Í stuttum

Marine Harvest ASA er millum størstu fiskavirkisfyritøkur í heiminum og heimsins størsti framleiðari av atlantslaksinum, Atlantic Salmon. Tilsamans starvast 11.715 fólk í fyritøkuni, sum er umboðað í 23 londum. Í 2014 var umsetningurin 25 milliardir norskar krónur. Marine Harvest er skrásett á virðisbrævaskálunum Oslo Stock Exchange (OSE) og New York Stock Exchange (NYSE).

Marine Harvest veitir sunnan, leskiligan og burðardyggan alilaks og virkaðar fiskavørur til meira enn 70 marknaðir um allan heim. Fyritøkan er til staðar og hevur stórt álit allastaðni, har laksaaling fer fram. Laksaframleiðslan í 2015 er mett at verða 430.000 tons.

Í Føroyum byrjaði Marine Harvest sítt virksemi í 1996.